Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2425-19
Filosofi við børnum og ungum
- við denti á náttúrulærugreinar
Endamál:
At stuðla undir og skapa rúm fyri, at børn og ung kunnu filosofera og undra seg í felagsskapi.

Innihald:
Komið inn á økið filosofi við børnum og ungum, har børnini og tey ungu sjálvi filosofera. Víst verður á ástøðilig sjónarmið og dømi frá royndum. Arbeitt verður eisini við ítøkiligum venjingum (hands-on), sum seinni kunnu nýtast í egnari undirvísing.
Á leiðini verður arbeitt við hesum spurningum:
  • Hvat er filosofi við børnum og ungum?
  • Hvat sermerkir eina filosofiska samrøðu, og hvussu er hon øðrvísi enn aðrar samrøður? 
  • Hvussu verður ein filosofiskur spurningur orðaður? 
  • Hvat merkir tað at hugsa filosofiskt?
  • Hvønn leiklut hevur tann vaksni?
  • Hvørji háttaløg, venjingar og tilfar kunnu nýtast?
  • Hvat sigur granskingin um filosofi við børnum og ungum?

Dentur verður lagdur á evni innan náttúrulærugreinarnar (t.d. náttúru og tøkni, støddfrøði, alisfrøði, lívfrøði, landafrøði og evnafrøði). Vit fara at kanna filosofiskar spurningar, sum eru tongdir at t.d. náttúruni, tí livandi, virðum og ábyrgd. Um serlig ynski eru til evni, verður atlit tikið at tí.  

Arbeiðshættir:
Framløga, verkstova og venjingar.

Málbólkur:
Fólkaskúla- og miðnámsskúlalærarar í náttúrulærugreinum

Skeiðshaldari:
Louise Nabe-Nielsen, lærari í filosofi, cand.pæd.fil. og ph.d.-lesandi, og Lho Høiris, arkitektur og listamálari.

Mál:
Undirvíst verður á donskum máli.

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
26. sep. 2024 kl. 09.00-15.00