Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 1819-106
Skapandi skúlin
- við plássi fyri hugdýping, skapan og nýhugsan
Endamál: At fáa skapandi eyðkennið at gerast natúrligari partur av skúlagongdini. Tá ið skapandi hugdýpingin bøtir bindindi næmingsins, verður tað persónliga, sosiala og fakliga í flokkinum styrkt.
At makta tær ymsu skapandi uppgávurnar og framløguna av teimum økir trúnna á egnan mátt og møguleikar, og við uppgávum, ið taka støði í næminginum sjálvum, økist eisini sjálvsinnlitið.
Innihald: Skeiðsluttakarar fáa møguleika at arbeiða við skapandi eyðkennum við tekning, máling, tilevning, skriving og rørslu. Ígjøgnum egnar upplivingar verður íblástur givin til arbeiðshættir og evni til skapandi at arbeiða saman við sínum næmingum. Út frá hesum kann verða staðfest, at krøv til tilfar og høli ikki nýtast at vera so stór fyri at kunna greina síni skapanarevni.
Skeiðið er tvídeilt. Fyrsta og annan dagin verður arbeitt við skapandi framløgum av ymiskum slagi, fyrilestrum og arbeiðssetningi at fremja á arbeiðsplássinum. Triðja og fjórða dagin verður arbeitt við eftirmeting av fyrra skeiðsumfarinum, skapandi loysnum av truplum støðum, sjónliggerð sum einum dagligum amboði og við arbeiðssetninginum.
Skeiðssnið: Fyrilestur, bólkaarbeiði og einstaklingaarbeiði.
Málbólkur: Lærarar og onnur, sum arbeiða í skúlanum.
Førleikakrøv: Opinleiki
Undirvísing: Vivian Sjóðklett, kunstterapeutur, námsfrøðingur og láturinstruktørur.
Lektiónir: 24
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
30. okt. 2018 - 31. okt. 2018 kl. 09.00-15.00
30. okt. 2018 - 31. okt. 2018 kl. 09.00-15.00
20. nov. 2018 - 21. nov. 2018 kl. 09.00-15.00