Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2526-11
Nem í sætta
Endamálið:
Endamálið er at geva lærarum innlit í, hvussu Nem bøkurnar eru bygdar upp, og hvussu tær kunnu nýtast í undirvísinigini í miðdeildini. Skeiðið tekur støði í Nem í sætta, ið umfatar næmingabók, netbók, mállærubók og læraravegleiðing.
 
Innihald: 
Skeiðið tekur støðið í innihaldi, nýtslu og førleikamálum, og hvussu netbók/næmingabók og lærarabók arbeiða saman. Við ítøkiligum dømum verður komið nærri inn á bygnaðin í tilfarinum, tekstunum, fakligu hugtøkunum, arbeiðs- og eftirmetingarhættunum.
Tað verður kunnað um og arbeitt við øllum tilfarinum, tað vil siga næmingabókini, mállærubókini, læraravegleiðingini, og netbókini, so lærarar fáa møguleika at kenna seg tryggar við tilfarið, áðrenn farið verður í gongd við at brúka tað í undirvísingini.
 
Skeiðssnið: 
Framløga og luttakararnir sleppa at royna eina ella partar av eini undirvísingargongd.

Málbólkur: 
Lærarar, sum undirvísa í føroyskum í miðdeild.

Undirvísing:
Tóra Joensen, lærari.

Boð: Takið teldu og bøkurnar Nem í sætta við

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
08. sep. 2025 kl. 09.00-15.00