Nr. 2526-44
Endamál:
At menna læraran í byrjanarlesing og -stavseting - bæði ástøðiliga og verkliga. Víst verður á, hvørjar námsfrøðiligar hugsanir tilfarið Súlan er grundað á. Málið er, at lærarar fáa vitan um, hvat ið er týdningarmest, tá ið eitt barn skal læra at lesa og stava.
Innihald:
Við støði í súlutilfarinum verður greitt frá byrjanarundirvísing í lesing og staving.
Ein partur av skeiðinum er um lesiástøði:
- Hvat hevur týdning, tá ið eitt barn skal læra at lesa og stava?
- Lesimenningin
- Tekstir í fyrstu lesifrálæruni
- Stavimenningin m.a. við støði í Lær teg at stava 1 og 2
- Fyribyrgjandi undirvísing. Hvussu kunnu vit arbeiða við teimum, sum hava trupult við at læra at lesa?
- Komið verður inn á lesitestir í byrjanarlesingini
- Súluspølini: Hvussu kunnu spølini verða brúkt í undirvísingini
- Greitt verður frá, hvussu fyrsta lesingin kann verða næmingalagað
- Hvussu stuðla foreldrini best lesingini heima?
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa børnum í lesing á byrjanarstøði.
Undirvísing:
Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, rithøvundar, masterútbúgving í lesi- og skrivididaktikki, diplomútbúgving í sernámsfrøði og orðblindaútbúgving.
03. sep. 2025 kl. 09.00-15.00