Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-60
Føroysk mineral og grótsløg
- Ástøði og útferð
Endamál:
At geva lærarum vitan og amboð til at kveikja áhuga hjá børnum og ungum fyri føroysku jarðfrøðini á ein spennandi og øðrvísi hátt við lutum, amboðum, skrivligum tilfari, myndum og uttandura upplivingum.
Innihald:
Fyrra dagin fáa skeiðsluttakarar undirvísing um føroysku jarðfrøðina. Innlit verður givið í nýggju bókina Føroysk mineral og grótsløg og í Grótskápið, har luttakarar læra at eyðmerkja og navngeva mineral og grótsløg.
Seinna dagin verður farið út at royna tað sama í tí føroysku náttúruni.
Evni, ið verða viðgjørd, eru millum annað:
- Føroyska fláarøðin
- Jarðfrøðisøgan
- Føroysk mineral og grótsløg
- Støð at vitja
Skeiðssnið:
Upplegg frá undirvísara, lesa jarðfrøðiliga kortið, eyðmerkja og navngeva grót- og steinsløg, jarðfrøðilig útferð.
Málbólkur:
Lærarar, sum ynskja at arbeiða við Grótskápinum og við nýggju bókini Føroysk mineral og grótsløg og aðrir lærarar við tilknýti til náttúruundirvísing.
Undirvísarar:
Uni Árting, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, og Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur á Jarðfeingi.
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
26. apr. 2022 kl. 09.00-15.00
26. apr. 2022 kl. 09.00-15.00
27. apr. 2022 kl. 09.00-15.00