Skeið 2026-2027
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2627-13
Skúlaleikir 26/27
Endamál: 
Skúlaleikir skulu geva íblástur og fakliga sparring til ítróttarlærarar. Endamálið við skeiðnum er, at geva ítróttarlærarum innlit í, hvussu átakið Skúlaleikir verða skipað ígjøgnum skúlaárið og upplæring í undirvísingartilfarinum, sum er ment til Skúlaleikir. 

Innihald: 
Luttøka byrjar við skeiði á Námi, har lærarar fáa fakligan íblástur, innføring í undirvísingartilfar og sleppa at royna nakað av tilfarinum.
Á skeiðnum verður fakligur fyrilestur um "rørsluspøl og týdningin av spæli", og ein um "Skúlaleikir og undirvísingartilfar".
Harumframt arbeiða lærarar við tveimum ítróttagreinum, ið eru viðkomandi fyri teirra floksstig.
Í skúlaárinum 2026/27 eru m.a. hesar greinar:
  • 3. flokkar: badminton, fótbóltur, pool, frælsur ítróttur, flogbóltur, bogaskjóting
  • 5. flokkar: hondbóltur, kurvabóltur, tennis, rógving, borðtennis, rørslumegi
  • 7. flokkar: stórur ítróttadagur við hóvligari breyt, bóltabreyt og garvillari breyt

Skeiðssnið:
Fyrilestrar, gjøgnumgongd av tilfari og praktiskar venjingar.

Málbólkur:
Ítróttalærarar og onnur áhugað á øllum floksstigum.

Fyrireiking:
Lærarar verða bidnir um at kunna seg við tilfarið á www.skulaleikir.fo eftir 1. september 2026 og melda flokkar til.

Undirvísingartilfar:
Tilfar er tøkt til allar greinar og til breytirnar hjá 7. flokki. Luttakarar fáa innføring í, hvussu tað kann nýtast í undirvísingini.

Undirvísing:
? Signar Hilmarson, fakligur ráðgevi hjá ÍSF.
? Bára Danielsen, vísindastarvsfólk á Námsvísindadeildini.
? Umboð frá ítróttagreinunum.

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Skeiðsstað verður upplýst seinni
15. sep. 2026 kl. 09.00-15.00