Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-55
Mótstøða og motivatión
Endamál:
At menna førleikarnar at møta og stuðla næmingum í støðum, tá teimum vantar motivatión og álit á egna læring. Mótstøða, fatað sum sjálvverja, skal ikki niðurberjast, men møtast við forstáilsi, sum gevur lærarum og næmingum atgerðarmøguleikar.
Innihald:
Innihald:
Á skeiðinum verður arbeitt við hesum spurningum:
- Hvussu styrkja vit fatanarkarmin kring næmingin?
- Hvussu skilja og handfara vit mótstøðuna og sjálvverjusnildirnar hjá næminginum?
- Hvussu skapa vit trygg læriumhvørvi við hóskandi avbjóðingum?
Komið verður inn á:
- Vitan um kensluligar avleiðingar av orðblindni.
- Kunnleiki um eyðkenni og atferð, tá næmingurin hevur tað trupult.
- Íblástur til atgerðarmøguleikar, tá næmingurin vísir mótstøðu og vantandi motivatión.
- Kunning um týdningarmikil hugtøk sum ávaringarheila/hugsanarheila, validering, tillært hjálparloysi og hóskandi avbjóðingar.
- Kunning um ítøkiligar uppgávur og venjingar, sum kunnu brúkast í undirvísingini.
Skeiðssnið:
Framløgur við ítøkiligum venjingum og bólkaarbeiði
Málbólkur:
Lærarar í fólkaskúla og á miðnámi
Undirvísing:
Carina Vallentin Degn, cand.mag. í audiologopædi og psykoterapeut
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
08. mai 2023 - 09. mai 2023 kl. 09.00-15.00
08. mai 2023 - 09. mai 2023 kl. 09.00-15.00