Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-43
Hvussu stavast tað?
- At læra føroyska stavseting eftir mállæru.
Endamál:
At ogna sær hættir at nýta grundleggjandi mállæru til at læra næmingar at stava rætt.
Innihald:
Tað er als ikki so torført at læra at stava, tá ið tú veitst, hví orð verða stavað soleiðis, sum tey verða. Her verður arbeitt við grundleggjandi mállæru, so sum stovni + endingum, orðaflokkum, samsvari í kyni, tali og falli, bendingarmynstrum, umljóði og avljóði. Eisini verður arbeitt við at læra betur at nýta tær teldutøku orðabøkurnar og heimasíðuna hjá Málráðnum.
Skeiðssnið:
Gjøgnumgongd av málsligum evnum. Arbeiði við smáum uppgávum einsæris ella í bólkum. Spurningar frá luttakarunum og samrøða.
Málbólkur:
Føroysklærarar á miðnámi.
Undirvísing/lærari:
Elin Henriksen
Tilfar hjá luttakarum at hava við:
Teldu við atgongd til Teams.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
12. jan. 2022 kl. 09.00-15.00
12. jan. 2022 kl. 09.00-15.00