Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2021-18
Tøkni í støddfrøðiundirvísing - CAS-amboð
Endamál:
At geva luttakarum innlit í fyrimunir og vansar, soleiðis at teir við yvirliti megna at greina, skifta orð um og kritiskt fyrihalda seg til nýtslu av tøkni í støddfrøðiundirvísingini sum heild og kunnu nýta hetta yvirlit í ráðlegging og undirvísing.
Innihald:
Við støði í gransking í støddfrøðididaktikki verða fyrimunir og vansar við at nýta tøkni í støddfrøðiundirvísing lýstir. Komið verður m.a. inn á:
- Granskingarúrslit viðvíkjandi tøkni í støddfrøði undirvísing.
- CAS, hugtaksfatan og undirvísingarmøguleikar.
- Uppgávur og uppgávuskapan, ið gagnnýta CAS.
- Ástøði um tólskapan og ástøði um semiotiska mediering.
Skeiðssnið: Fyrilestur, bólkaarbeiði og felags orðaskifti.
Málbólkur: Støddfrøðilærarar - serliga miðnámskúlalærarar.
Førleikakrøv: Grundleggjandi vitan um CAS-amboð.
Fyrireiking: Luttakarar skulu hava eitthvørt CAS-amboð við á skeiðið.
Undirvísing/lærari: Ingi Heinesen Højsted
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
19. okt. 2020 kl. 09.00-15.00
19. okt. 2020 kl. 09.00-15.00