Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-14
Nem í triðja
Endamál:
At geva lærarum, sum fara at brúka Nem í triðja, innlit, hugskot og royndir at undirvísa í bókini.
Innihald: Skeiðið tekur støði í Nem í triðja, sum er fyrsta bókin í røðini Nem, sum er tilfar í føroyskum til miðdeild. Fyrra dagin verður komið inn á hugsanina aftan fyri røðina, hvussu bøkurnar eru bygdar upp, og hvussu bøkurnar best vera nýttar. Dentur verður lagdur á, hvussu arbeitt verður ítøkiliga við Nem í triðja. Skeiðsluttakararnir fara síðan at royna at undirvísa í Nem á sínum skúla. Seinna skeiðsdagin hittast skeiðsluttakararnir aftur, har teir millum annað fara at eftirmeta royndirnar við bókini.
Skeiðssnið:
Framløgur, prát og verkligar uppgávur.
Málbólkur:
Lærarar, sum ætla at brúka Nem í triðja í undirvísing.
Fyrireiking:
Skeiðsluttakararnir taka Nem í triðja, Nem mál í triðja og Nem í triðja-læraravegleiðingina við á skeiðið.
Undirvísing:
Tóra Joensen, lærari.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
22. sep. 2021 kl. 09.00-15.00
22. sep. 2021 kl. 09.00-15.00
22. nov. 2021 kl. 09.00-15.00