Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-48
Fá lív í føroysku sagnirnar og ævintýrini
- eitt skeið í at siga frá søgum
Endamál:
At læra at siga frá søgum, soleiðis at tú fangar uppmerksemið hjá næmingunum og fært tey at ímynda sær søguna, kenslur og huglag.
Innihald:
Vit arbeiða við stuttum sagnum ella ævintýrum, sum skeiðsluttakararnir hava valt sær frammanundan skeiðnum. Í smáum bólkum verður arbeitt við ymsum frásagnarvenjingum. Tað er ikki neyðugt at duga søgnina/ævintýrið uttanat frammanundan, men við venjingum í at ímynda okkum myndir, landsløg, rúm og persónar, læra vit okkum at minnast søgnina/ævintýrið uttanat. Vit venja okkum eisini at siga frá og fáa lív í søgnina/ævintýrið við kropsmáli, rødd og rúmi. Arbeitt verður í smáum bólkum, og dentur verður lagdur á, at karmarnir kennast góðir og tryggir. Luttakararnir velja sjálv, á hvørjum máli tey siga frá søgnini/ævintýrinum.
Skeiðssnið:
Stuttar framløgur, venjingar og orðaskifti í smáum bólkum.
Málbólkur:
Lærarar, sum hava hug at siga frá søgum.
Fyrireiking:
Luttakararnir skulu hava eina stutta søgn ella ævintýr við á skeiðið.
Undirvísing:
Anette Wilhjelm Jahn, antropologur og søguforteljari í Måle Fortælleteater.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
12. sep. 2022 kl. 09.00-15.00
12. sep. 2022 kl. 09.00-15.00