Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 1819-316
Myndagreining
Lærugrein: Føroyskt og tær lærugreinir á miðnámi, sum brúka myndir sum part av undirvísingini - sambært víðkaða teksthugtakinum.
Endamál: At geva lærarum førleika at fata, lesa og greina myndir, so at teir kunnu læra næmingarnar hetta sambært víðkaða teksthugtakinum.
Innihald: Skeiðið er í tveimum pørtum. Í fyrra lagi snýr tað seg um eitt grundskeið í myndagreining, har skeiðsluttakarar læra mannagongdir og faklig hugtøk innan myndagreining. Seinni partur er hugsaður til bókmentaundirvísing og snýr seg um greining av tekstum og myndum hjá Tóroddi Poulsen.
Skeiðssnið: Skeiðið verður skipað við innleiðandi fyrilestri, bólkaarbeiði og framløgum.
Málbólkur: Lærarar í føroyskum og teimum lærugreinum á miðnámi, sum brúka myndir sum part av undirvísingini.
Fyrireiking: Tilfar at lesa verður sent luttakarum áðrenn skeiðið.
Undirvísing: Kinna Poulsen, miðnámsskúlalærari.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
15. jan. 2019 - 16. jan. 2019 kl. 09.00-15.00
15. jan. 2019 - 16. jan. 2019 kl. 09.00-15.00