Nr. 2021-27
Endamál:
At luttakararnir verða ílatnir til at nýta Teams í undirvísingini.
Innihald: Á skeiðnum verður Teams gjøgnumgingið, og luttakararnir læra m.a.:
- at skipa samskifti og samstarv í rásir
- at deila fílur
- at stovna uppgávur til næmingar
- at nýta videofundir á skynsaman hátt
- at samstilla fílur frá Teams við telduna
Skeiðsnið: Skift verður millum framløgu og praktiskt arbeiði
Málbólkur: Lærarar
Undirvísing: Tóri Slættalíð, kt-ráðgevi