Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2324-21
Skúlaleikir 2023/24 - við serligum denti á paraítrótt
- allar ítróttagreinarnar við tillagingum
Endamál: Málið er at skapa tilvit og vísa, at ítróttur kann vera fyri øll, og at venjingarnar enntá kunnu gerast enn stuttligari, tá vit leggja upp til, at onkur t.d. skal hava bind fyri eyguni ella bert kann brúka ein arm. 

Innihald: Praktisk gjøgnumgongd av undirvísingartilfarinum til Skúlaleikir, har tíð verður sett av til at vísa møguleikar fyri tillagingum. Á hesum skeiðinum velja luttakararnir seg inn á nakrar verkstovur (flogbóltur, frælsur ítróttur, badminton, inniróður, kurvabóltur og rørslumegi), og vit gjøgnumganga venjingar úr undirvísingartilfarinum. Eisini gjøgnumganga vit, hvussu tillagingar eftir ætlan verða kravdur partur av nøkrum av venjingunum til Skúlaleikastevurnar á vári 2024.

Málbólkur: Allir ítróttalærarar, tó serliga tey, sum ætla at luttaka á Skúlaleikum við 4.-6. flokkum.

Meira um Skúlaleikir: Skúlaleikir snúgva seg um felagsskap og rørlsugleði fyri øll og eru hugsaðir sum eitt átak, sum skal geva lærugreinini ítrótti og lærarunum íblástur og fakliga sparring - uttan at krevja nakað eyka av lærarunum ella skúlanum. Luttøkan í Skúlaleikum byrjar við luttøku á hesum skeiðinum. Um áhugi er, bjóða sersambondini sær til at koma út á skúlarnar í ein tíma at leggja lag á, og síðani bjóða tey flokkunum til lokalar stevnur, har allir flokkar sleppa at vera við og royna seg saman við næmingum úr øðrum skúlum. Kommunurnar standa fyri ferðaútreiðslum til næmingarnar í egnari kommunu í sambandi við luttøku á Skúlaleikum.

Skeiðssnið: Fyrilestur, gjøgnumgongd av undirvísingartilfari og gjøgnumgongd av ítøkiligum venjingum. 

Fyrireiking: Heitt verður á ítróttalærarar um at melda sín flokk til Skúlaleikir 2023/24 á www.skulaleikir.fo.

Undirvísing: Umboð frá ÍSF og Parasport Føroyar og umboð fyri ítróttargreinarnar badminton og inniróður.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám
13. sep. 2023 kl. 09.00-15.00