Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-34
Tryggari internetdagur
Endamál
At geva lærarum vitan, førleikar og hugskot at arbeiða við árliga Tryggari internetdegnum saman við næmingum í mið- og hádeild. 

Innihald
Á skeiðnum verður dentur lagdur á, at vit øll hava eina felags ábyrgd at gera internetið so gott og trygt, sum til ber, hjá børnum og ungum í Føroyum.
Á skeiðnum fáa lærarar:
  • Vitan um tryggari internet dagin. 
  • Innlit í miðlavanar hjá børnum og ungum í Føroyum.
  • Førleikar og íblástur til evni til næmingar at arbeiða við. 
  • Íltøkilig amboð at styrkja førleikarnar hjá næmingum at gera internetið eitt tryggari stað at vera og at tryggja ein betur talgildan trivnað millum børn og ung. 
Harumframt fáa allir lærarar undirvísingartilfarið "Ferðast á netinum" (https://snar.fo/ssp) við ítøkiligum hugskotum og dømum um evni, sum næmingarnir kunnu arbeiða við. 

Skeiðsnið: Framløgur, orðaskifti og samstarv. 

Málbólkur: Fólkaskúlalærarar í mið- og hádeild. 

Undirvísarar: Súsanna í Króki og onnur.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
10. jan. 2023 kl. 09.00-15.00