Nr. 2526-45
Endamál:
At vísa á didaktiskar møguleikar í sambandi við undirvísing í sosialum miðlum og vitlíki
Innihald:
Verkstovan varpar ljós á ymsar síður av sosialum miðlum, t.d. ávirkarar (influensarar), TikTok og falstíðindi í einum veruleika, har sosialir miðlar, vitlíki og algoritmur seta treytirnar fyri sosiala rúmið, okkara fatan av okkum sjálvum og okkara møguleikar at virka í felagsskapi.
Arbeitt verður við greinandi tilgongdum til sosialar miðlar og vitlíki við dømum innan bókmentir og miðlar. Dømini frá bókmentum verða í høvuðsheitum frá nýggjum donskum bókmentum.
Arbeiðshættir:
Verkstovan skiftir millum fakligar framløgur og ymsar venjingar.
Undirvíst verður á donskum máli
Málbólkur:
Miðnámsskúlalærarar í føroyskum, donskum og enskum
Undirvísari:
Mischa Sloth Carlsen, verkætlanarleiðari fyri NordUng, lektari á Aurehøj Gymnasium og fyrrverandi forpersónur fyri Dansklærerforeningens bestyrelse for stx og hf.