Skeið 2026-2027
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2627-03
IR- og NMR-spektroskopi í evnafrøði
Endamál
At styrkja fakligu fatanina av IR- og NMR-spektroskopi í undirvísingarhøpi.

Innihald
Arbeitt verður við bæði einføldum og meira kompleksum uppgávum og spektrum fyri at styrkja fatanina av spektrumtulking og teimum typisku avbjóðingunum í arbeiðinum við spektroskopi. Skeiðið fer harumframt at fevna um didaktiskar umhugsanir um undirvísing í spektroskopi og menning av ítøkiligum undirvísingartilfari, m.a. við nýtslu av vitlíki sum hjálparamboði.
Seinna dagin er rúm fyri at taka onnur evni upp í samráð við skeiðsluttakararnar.

Skeiðsháttur
Framløga og verkstova

Málbólkur
Evnafrøðilærarar á miðnámi

Fyrireiking
Luttakarar fáa leinki til stutt videotilfar at hyggja eftir undan skeiðinum. Harumframt verður mælt til at seta seg inn í bókina "Spektroskopi - Molekylernes fingeraftryk" eftir Steen Uttrup Pedersen og Bent Rasmussen ella annað viðkomandi undirvísingartilfar.

Undirvísari
Michael Petersen, lektari, Institut for Fysik, Kemi og Farmaci og STEM Center for Uddannelsesforskning - FNUG, Syddansk Universitet

Mál:
Undirvíst verður á donskum máli
Lektiónir: 14
Stað/tíð:
Glasir
31. aug. 2026 kl. 08.00-15.00
01. sep. 2026 kl. 08.00-15.00