Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1819-102
Byrjanarlesing - Súlan
Endamál:  At menna læraran í byrjanarlesing og -stavseting - bæði ástøðiliga og verkliga. Málið er, at lærarar fáa vitan um, hvat ið er týdningarmest, tá ið eitt barn skal læra at lesa og stava. 

Innihald: Við støði í súlutilfarinum verður greitt frá byrjanarundirvísing í lesing og staving. Víst verður á, hvørjar námsfrøðiligar hugsanir og hvørji lesisjónarmið tilfarið Súlan er grundað á. Greitt verður eisini frá, hvussu hugsað verður, at tilfarið skal brúkast. 

Ein partur av skeiðinum er um lesiástøði. Komið verður m.a. inn á:
Lesimenning.
  • Hvat hevur týdning, tá ið eitt barn skal læra at lesa og stava.
  • Tekstir í fyrstu lesifrálæruni. Hvat eru lættir/truplir tekstir. Tosað verður um ljóðrættan tekst, Lix o.a.
  • Lesitrupulleikar í byrjanarlesingini.
  • Hvussu fyrsta lesingin kann verða næmingalagað.
  • Leiklut foreldranna - hvussu foreldrini lesa við barninum heima.
  • Lesitestir í byrjanarlesingini.
  • Stavimenning, m.a. við støði í Lær teg at stava 1 og 2, fyrisagnarbøkur til fyrstu staviundirvísingina.
  • Súluspølini: Hvussu spølini kunnu verða brúkt í undirvísingini - bæði í vanligu undirvísingini og til at hjálpa børnum, sum hava trupult við at læra at lesa og stava.

Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í byrjanarlesing, og lærarar, sum undirvísa børnum við lesitrupulleikum í innskúlingini.

Undirvísing: Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, rithøvundar til súlutilfarið, diplomútbúgving í sernámsfrøði, orðblindaútbúgving og masterútbúgving í lesi- og skrivididaktikki.

Lektiónir: 18
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
28. aug. 2018 - 30. aug. 2018 kl. 09.00-15.00