Skeið 2026-2027
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2627-36
Co-teaching
Endamál:
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum eina innleiðslu í co-teaching sum námsfrøðiliga hugsjón og hvussu mann kann arbeiða við co-teaching í verki. Skeiðið skal kveikja og styrkja starvsfólk og leiðslur í at menna co-teaching, sum stuðlar fjølbroyttum og øktum luttøkumøguleikum, inkluderandi læringsumhvørvi og felags ábyrgd fyri undirvísingini.

Innihald:
Co-teaching sum námsfrøðilig hugsjón og í verki
Hví co-teaching? 
  • Bakstøði og hugsjónir handan co-teaching 
  • Co-teaching sum amboð til menning av differentieraðar og inkluderandi undirvísing og inkluderandi sernámsfrøði
Hvussu kunnu vit útinna co-teaching? 
  • Leiklutir, ábyrgd og samstarv millum starvsfólk og við leiðslu. 
  • Sálarligur tryggleiki og sammenning av undirvísingartoymum 
  • Felags fyrireiking,  útinnan og eftirmeting
  • Menna reflektións- og eftirmetingarførleikar
Hvørjir eru co-teaching strukturarnir í verki? 
  • Teir 6 strukturarnir 
  • Dømi og royndir úr praksis 
  • Møguleikar og avbjóðingar 
Arbeiðshættir :
Skeiðið er skipað við einum fjølbroyttum arbeiðshátti við:
  • Uppleggum
  • Felags kjaki og orðaskifti
  • Verkstovuarbeiði
  • Refleksjón í smærri bólkum
  • Dømum og ítøkiligum arbeiði

Málbólkur:
Starvsfólk og leiðslur í skúlunum

Tíð:
Umleið 6 tímar.

Fyrireiking: 
Luttakararnir fáa tilfar sent frammanundan. Møguliga er nakað av tilfarinum á donskum.

Skeiðshaldari:
Anna Eikhólm, cand.aut.psyk. og námslektari
Birita Poulsen, cand.ped.ped.psyk. og námlektari
Frida Poulsen, ph.d. í námsvísindum og adjuktur

Tilmelding:
Skúlin setir seg í samband við Nám á skeid@nam.fo, um áhugi er fyri einum skeiði á skúlanum. Lagt verður upp til, at allur skúlin ella minst ein deild á skúlanum er við.