Nr. 2627-30
Endamál:
At kveikja og umrøða møguleikar og avbjóðingar í undirvísingini í føroyskum sum annaðmál. At skipa undirvísingina í føroyskum sum annaðmál við støði í translanguaging og at fáa fleirmálsligu fortreytir næminganna við í læritilgongdina.
Innhald:
Undirvísarar leggja fram ástøði um at ogna sær mál um samskifti og læring og knýta hesi at ítøkiligum undirvísingarstøðum. Dentur verður lagdur á at royna av, hvussu ymiskt undirvísingartilfar og ymisk amboð tá kunnu nýtast í læritilgongdum.
Skeiðið fevnir m.a. um:
- Hvussu børn ogna sær mál og økja um orðfeingið.
- Samskifti sum grundarlag fyri læring.
- Sambandið millum ástøðiog ítøkiligar undirvísingarstøður.
- Meginreglur og hugtøk í translanguaging í FSA undirvísingarhøpi.
- Íblástur til at brúka translanguaging í undirvísingini, so næmingunum fáa møguleika at brúkar allar málsligu fortreytir í tilgongdini at læra føroyskt.
- Umrøðu av innihaldi og skipan av undirvísingargongdum í føroyskum sum annaðmál sum partur av floksundirvísingini og í næmingabólkum.
- Umrøðu av royndum, hugskotum og tilfari, sum luttakarar hava frá undirvísingin.
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa næmingum, ið hava føroyskt sum annaðmál.
Fyriskiparar:
Andriása Dam Joensen, Emmy Joensen og Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen.
Tíð:
Umleið 3 tímar.
Málbólkur:
Lærarar í fólkaskúlanum og á miðnámi.
Tilmelding:
Skúlin setir seg í samband við Nám á skeid@nam.fo, um áhugi er fyri einum skeiði á skúlanum.