Nr. 2425-20
Endamál:
At stuðla undir og skapa rúm fyri, at børn og ung kunnu filosofera og undra seg í felagsskapi.
Innihald:
Komið inn á økið filosofi við børnum og ungum, har børnini og tey ungu sjálvi filosofera. Víst verður á ástøðilig sjónarmið og dømi frá royndum. Arbeitt verður eisini við ítøkiligum venjingum (hands-on), sum seinni kunnu nýtast í egnari undirvísing.
Á leiðini verður arbeitt við hesum spurningum:
- Hvat er filosofi við børnum og ungum?
- Hvat sermerkir eina filosofiska samrøðu, og hvussu er hon øðrvísi enn aðrar samrøður?
- Hvussu verður ein filosofiskur spurningur orðaður?
- Hvat merkir tað at hugsa filosofiskt?
- Hvønn leiklut hevur tann vaksni?
- Hvørji háttaløg, venjingar og tilfar kunnu nýtast?
- Hvat sigur granskingin um filosofi við børnum og ungum?
Dentur verður lagdur á evni innan mentanarlærugreinarnar (t.d. føroyskt, danskt, enskt, týskt, kristni, myndlist, heimstaðarlæru, søgu og samtíð og samfelagsfrøði). Vit fara at kanna filosofiskar spurningar, sum eru tongdir at t.d. óndskapi, vinskapi, samleika, frælsi og eydnu. Um serlig ynski eru til evni, verður atlit tikið at tí.
Arbeiðshættir:
Framløga, verkstova og venjingar.
Málbólkur:
Fólkaskúla- og miðnámsskúlalærarar í mentanarlærugreinum
Skeiðshaldari:
Louise Nabe-Nielsen, lærari í filosofi, cand.pæd.fil. og ph.d.-lesandi, og Lho Høiris, arkitektur og listamálari.
Mál:
Undirvíst verður á donskum máli.