Nr. 2526-28
Endamál:
Geva lærarunum kunning og upplæring í Skúlaleikum 2025/26, soleiðis at tey kunnu skipa undirvísingarnar sjálvi og gera seg klár til landsstevnur í Skúlaleikum 2026.
Innihald:
Skúlaleikir 2025/26 verða tillagaðir nakað í mun til undanfarnu ár. Á hesum skeiðnum fáa lærarar kunning um nýggja leistin og upplæring í, hvussu tey sjálvi skipa sína undirvísing í Skúlaleikum. Hetta skúlaárið fara Skúlaleikir at leggja størri dent á leypandi kunning við t.d. temavikum, soleiðis at lærarar føla seg leiddar ígjøgnum tilfarið. Hetta skal geva ítróttalæraranum fleiri amboð og tørvin á skúlavitjannum minni. Vit skipa ikki undanstevnur, men eina stóra landsstevnu fyri hvønn árgang í miðdeild.
Á skeiðnum skipa vit tvey faklig upplegg og 6-10 verkstovur við ítróttagreinum. Tað er viðkomandi fyri øll at luttaka í skeiðnum - eisini hóast tú hevur verið á Skúlaleikaskeið fyrr.
Málbólkur: Ítróttalærarar í miðdeild og onnur áhugað
Undirvísari: Nærri kunning kemur
Stað: Høllin á Háli í Havn
- - - - - - - - - - -
Skrá: (broytingar í ítróttagreinum koma)
08.30 - 09.00: Skúlaleikir - nýggjur leistur og ætlanir frameftir
09.00 - 9.45: Fakligt upplegg: Motivatión: Hvat motiverar børn?
10:00 - 12.00: Ítróttagrein 1: Tit kunnu velja ímillum hesar greinar (bóltur) (Hondbóltur/Borðtennis, Tennis/Badminton, Kurvabóltur)
Matarsteðgur
12.30 - 13.15: Fakligt upplegg: Tillaging av spølum og upphiting
13.30 - 15.30 Ítróttagreina 2: Tit kunnu velja ímillum hesar greinar (uttan bólt): Frælsur ítróttur, rógving, bogaskjóting/judo,
15.30 Samanumtøka