Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2021-72
Skeið í próvdøming av skrivligum uppgávum í støddfrøði á miðnámi
Endamál: At geva luttakarunum innlit í, hvussu próvdømt verður til skrivligu próvtøkunar í støddfrøði og at geva íblástur til, hvussu undirvísingin kann skipast fyri at menna skrivligu avrikini hjá næmingunum.
Innihald: Á skeiðnum verður stutt kunning um sniðið á uppgávurøðum, kunning um próvdøming og stiggeving, bólkaarbeiðið har vit spæla próvdómarafund og upplegg har vit hoyra um undirvísingartiltøk, ið kunnu verða gjørd fyri at venja næmingar í skrivligum próvtøkusvarum.
-----
Vit hava fingið Bodil Bruun at halda eitt skeið fyri okkum. Bodil hevur drúgvar royndir í uppgávunevndum, sum próvdómarari, sum námsráðgevi og hevur í fleiri ár havt eitt líknandi skeið fyri lærarum, ið taka námsfrøðiliga útbúgving í Danmark.
Skeiðið er fyri allar miðnámsskúlalærarar í støddfrøði. Tað er hent fyri nýggjar lærarar, soleiðis at tað ber til at síggja, hvussu dømt verður til skrivligu próvtøkuna og á henda hátt at kunna menna næmingarnir til at klára seg betur til próvtøkuna. Somuleiðis er tað hent fyri øll, ið kundu hugsað sær at verið próvdómarar í støddfrøði á miðnámi.
Skeiðsnið: Fyrilestur, bólkararbeiði og felags orðaskifti.
Fyrireiking: Rokna uppgávusettini og rætta uppgávusvarini.
Undirvísing/lærari: Bodil Bruun, Lisa Danielsen
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
28. apr. 2021 kl. 09.00-15.00
28. apr. 2021 kl. 09.00-15.00