Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2223-82
Lesi- og skrivitøkni (LST) í hugvísindi og mállærugreinum (kl. 13-16)
Endamál:
Við støði í hugvísindini og mállærugreinum, har nógv ofta skal lesast og skrivast, verður hugt at, hvussu IntoWords kann hjálpa næmingum við skerdum lesi- og skriviførleika.
Luttakararnir fáa innlit í og verða kunnaðir um høvuðsmøguleikarnir í IntoWords, so luttakararnir kunnu vegleiða næmingum í nýta LST-funkur- og mannagongdir skynsamt. Harumframt er skeiðið ein innleiðing til tað nýggja IntoWords og tær funkur, sum forritið hevur.
Innihald:
- Avbjóðingar hjá orðblindum í hugvísindum og við at læra eitt fremmandamál
- Fonologi og multisensorisk tilgongd
- Mannagongdir til stavi- og skrivihjálp
- Mannagongdir til lesing og fatan
- Stutt um IntoWords á snildfon
- Stillasering av skrivligum uppgávum við skrivligum vegleiðingum
Skeiðssnið:
Fyrilestur og arbeiði við egnari teldu.
Málbólkur:
Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serskúlalærara.
Fyrireiking:
Neyðugt er at hava teldu við til skeiðið. Annars eingin fyrireiking.
Undirvísing/lærari:
Bjarne Isager ella Dorte Brandborg (Vitec).
Lektiónir: 3
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
31. jan. 2023 kl. 13.00-16.00
31. jan. 2023 kl. 13.00-16.00