Endamál:
Skeiðið hevur sum endamál at geva lærarum vitan og íblástur til at brúka fjøruna í undirvísingini.
Innihald:
Fyrsti partur av skeiðum verður ástøðiligur, síðani verður farið oman í fjøruna at rannsaka, taka myndir við snildfon og práta um djóra og plantulívið á staðnum. Eisini verður ein partur av skeiðnum í hølum Tjóðsavnsins í Kaldbak.
Málbólkur:
Lærarar í grund- og miðdeild
Undirvísing/lærari:
Jan Sørensen