Skeið 2026-2027
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2627-24
Skjótt frá tanka til talmyndir
Skeið fyri lærarar, ið arbeiða við tølum
Endamál: 
At arbeiða við vanligum og samvirknum talmyndum í Canva og Flourish. 

Innihald: 
Canva er mest kent fyri síni sterku grafisku amboð, men eisini er Canva sera hent til at viðgera tøl av alskyns slagi. Á hesum skeiði lærir tú at arbeiða kreativt við tølum. Í staðin fyri at arbeiða einans við tungum rokniørkum og líkningum, ber nú til at sameina tøl og grafikk í undirvísingini. 
Í staðin fyri at stríðast við tølum og síðani umhugsa, hvussu tey kunnu vísast sum talmynd, ber nú til at velja grafisku útsjóndina fyrst og síðani arbeiða við tølunum. Tøl kunnu antin skrivast ella avritast inn í Canva, herundir umvegis rokniark. Til ber eisini lættliga at seta talmyndirnar upp í "infografikkir", ið kunnu deilast millum næmingarnar ella prentast út og brúkast sum plakatir í flokshølinum. Umframt hetta verður arbeitt við undirappini Flourish, har til ber at gera samvirknar talmyndir lættari og snøggari enn í øðrum forritum.

Skeiðssnið: 
Framløgur, dømi, kjak, venjingar v.m.

Málbólkur: 
Lærarar í miðdeild og hádeild, ið arbeiða við tølum í undirvísingin

Fyrireiking: 
Seta seg grundleggjandi inn í Canva, herundir at brúkarin á Office 365 er tøkur. Teldu við

Undirvísing:
Sámal Matras Kristiansen, ritstjóri við eftirútbúgving í infografikki

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
29. sep. 2026 kl. 09.00-15.00