Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2425-16
Lær livandi frálæru um fuglar og vistskipanir teirra
Endamál: 
At læra hvussu tit við støði í nýggju talgildu útgávuni Lívfrøði skipa fyri spennandi og verkligari undirvísing um fuglar við at tvinna saman frálæru í skúlastovuni við kanningar saman við næmingunum úti í náttúruni. 

Innihald: 
Hvussu skipa vit spennandi undirvísing, sum birtir áhuga og forvitni hjá næmingunum um fuglalív og vistskipanir í føroysku náttúruni? Á hesum skeiðinum fáa tit ítøkilig uppskot um hugfangandi og fjølbroytta undirvísing í lívfrøði. Tit læra um didaktiskar møguleikar við nýggja tilfarinum. Tit fáa uppskot um, hvussu og hvar tit kunnu fara út við næmingunum at eygleiða ymisk fuglasløg og eyðmerkja tey. Tit læra at brúka skrásetingaramboðið e-bird, ið er ein opin skipan til fuglagransking. Vit viðgera eisini uppgávur og kappingar fyri at gera undirvísingina áhugaverda, livandi og minniliga.

Skeiðsleistur: 
Framløga, venjingar úti og inni og smáar uppgávur at loysa.

Málbólkur: 
Lærarar, sum undirvísa í lívfrøði í fólkaskúlanum.

Fyrireiking: 
Luttakarar skulu lesa fuglapartin í nýggju talgildu lívfrøðiútgávuni til 7.-9. flokk, sí https://livfrodi.nam.fo/  
Havið fartelefon og kikara við. Havið eisini heit og regntøtt klæði við umframt góðar skógvar/stivlar til útferðina. 

Undirvísing: 
Silas Olofson, fuglafrøðingur.   

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
16. sep. 2024 kl. 09.00-15.00