Nr. 2526-14
Endamál:
At geva lærarum íblástur til undirvísing og próvtøkufyrireiking í lívfrøði á A-stigi.
Innihald:
Arbeitt verður við undirvísingargongdum í ymsum temum/evnum, og sum framhald av hesum verður hugt at munnligum próvtøkuspurningum. Eisini verður komið inn á skrivligu próvtøkuna og dømi um góð næmingaavrik.
Arbeiðshættir:
Framløga, kjak og verkstova.
Málbólkur:
Lærarar í lívfrøði á miðnámi.
Fyrireiking:
At hava við:
- stutta lýsing av undirvísingargongd í lívfrøði A (5-10 reglur)
- dømi um munnligan próvtøkuspurning í lívfrøði A. Helst bæði til próvtøkuhátt A og B.
- títt svar til próvtøkuuppgávuna í lívfrøði A á sumri 2024.
Skeiðshaldari:
Kim Bidstrup Withen, lærugreinaráðgevi í lívfrøði.
Annað:
Undirvíst verður á donskum máli.