Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 1920-049
Heimsmál 12. Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla
Undirvísingargongdir til Heimsmálini
Endamál: At geva lærarum íblástur og amboð til at eggja næmingunum til burðardyggari lívsstíl.
Innihald: Skeiðið tekur støði í temasíðuni á Snar og teimum undirvísingargongdum, ið eru ætlaðar fólkaskúlanum. Lagt verður upp til verkligar royndir í bólkum við Cooperative Learning sum ástøði og arbeiðshátti. Undirvísingargongdirnar verða royndar í verki í stigum við innførslu, uppgávum og víðkaðari kunning um evnið. Farið verður í dýpdina við Heimsmáli 12, og tilfarið Minni rusk, verður gjøgnumgingið. Umhvørvisstovan fer at kunna um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu í føroyskum høpi og geva lærarum íblástur til heimlig viðurskifti.
Skeiðssnið: Fyrilestur og bólkarbeiði
Málbólkur: Lærarar, ið undirvísa í mið- og hádeild fólkaskúlans.
Fyrireiking: At kunna seg um Undirvísingargongdirnar á Snar, https://snar.fo/heimsmal/nyggjar-undirvisingargongdir/12-undirvisingargongd
og lesa tilfarið Minni rusk, bæði næmingahefti og læraravegleiðing https://snar.fo/minnirusk
og lesa tilfarið Minni rusk, bæði næmingahefti og læraravegleiðing https://snar.fo/minnirusk
Undirvísing/lærari: Jón Kragesteen, varaskúlastjóri á skúlanum við Løgmannabreyt, og
Maria Gunnleivsdóttir Hansen, umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni
Maria Gunnleivsdóttir Hansen, umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
12. nov. 2019 kl. 09.00-15.00
12. nov. 2019 kl. 09.00-15.00