Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1819-108
Spæliliðið í tykkara skúla (Dansifrøi, Havn)
- meiri rørsla, betri trivnaður
Endamál: At geva næmingar úr 6. og/ella 7. flokki ábyrgd og læra at spæla við yngru næmingunum í fríkorterinum.

Innihald: Endamálið við spæliliðinum verður lýst, og luttakararnir fara at spæla ymisk kend og ókend spøl. Víst verður eisini á, hvussu spæliliðini kunnu koma í gongd á skúlunum. Skeiðið er skipað í tøttum samstarvi við AKT-felagið og SSP.

Málbólkur: Skúlar í Havn og vestur-/suðurpartinum av landinum. 2-8 næmingar úr 6. og/ella 7. floksstigi úr hvørjum skúla umframt eitt akkersfólk frá skúlanum. 

- Skúlar við færri enn 100 næmingum kunnu hava 2 næmingar við.
- Skúlar við 100-200 næmingum kunnu hava 3-4 næmingar við.
- Skúlar við 201-300 næmingum kunnu hava 4-5 næmingar við.
- Skúlar við 301-400 næmingum kunnu hava 5-6 næmingar við.
- Skúlar við fleiri enn 400 næmingum kunnu hava 7-8 næmingar við.

Førleikakrøv: Áhugi at skapa trivnað gjøgnum rørsluspøl. 

Viðmerkingar: Akkersfólkið er ein fylgjari hjá næmingunum, og tískil telur spæliliðsskeiðið ikki sum skeið fyri akkersfólkið.
Øll skulu hava ítróttaklæði og ítróttaskógvar til innandura leik við til skeiðið! Ferðaútreiðslur til lærarar og næmingar verða endurgoldnar eftir galdandi reglum. Nám bjóðar ábit sum á vanligum skeiðum. 

Annað: Kunnið tykkum meira um spælilið á torshavn.fo og legepatruljen.dk

Undirvísing: Annvør Nielsen og Lissi Hansen, lærarar. 
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Dansifrøi, Tórshavn
11. sep. 2018 kl. 09.00-15.00