Nr. 2526-30
Endamál:
At geva starvsfólki í fólkaskúlanum grundleggjandi førleikar at brúka Canva til grafiskt arbeiði í skúlasamanhangi. Tú lærir at gera plakatir, uppsløg, undirvísingartilfar og annað sniðgivið tilfar, ið kann nýtast í undirvísing og dagliga arbeiðinum í skúlanum.
Innihald:
Skeiðið byrjar við eini gjøgnumgongd av teimum mest týðandi funkunum í Canva. Hetta verður gjørt við framløgu, har undirvísarin vísir dømi og brúkar Canva í verki. Aftaná fara luttakararnir sjálvir at arbeiða við at royna tær ymisku funkurnar. Dentur verður lagdur á at skapa snið, ið kunnu brúkast til plakatir, uppsløg, framløgur, tilfar til næmingar, kunning til foreldur og annað, ið lærarar hava tørv á í dagliga arbeiðinum. Undirvísarin veitir vegleiðing og svarar spurningum gjøgnum dagin.
Skeiðssnið:
Framløga og praktiskt arbeiði
Málbólkur:
Starvsfólk í fólkaskúlanum
Undirvísari:
Andreas Lava Olsen, lærari