Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2425-30
Kvæðamentan, kvøðing og føroyskur dansur
Endamál:
At verkseta námsætlanina í kravda undirvísingarevninum kvæðamentan, kvøðing og føroyskum dansi í fólkaskúlanum.

Innihald:
Kunning og orðaskifti um námsætlanina og tilhoyrandi leiðbeining. Eisini hava skeiðshaldararnir fleiri ítøkilig hugskot til undirvísingina í kvæðamentan, kvøðing og føroyskum dansi.

Arbeiðshættir:
Framløgur, bólkaarbeiði og orðaskifti.

Málbólkur:
Fólkaskúlalærarar á øllum stigum.

Fyrireiking:
Luttakarar skulu hava lisið støðisnámsætlanina, námsætlanina og leiðbeiningina í kvæðamentan, kvøðing og føroyskum dansi.
Tilfarið liggur á namsaetlanir.fo.

Skeiðshaldari:
Elin Maria Olsen og Jónleif Johannesen, fólkaskúlalærarar.

Skúlaskeið:
Til ber eisini at fáa skeiðið hildið úti á skúlunum við at venda sær til Nám.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
08. nov. 2024 kl. 09.00-15.00