Skeið 2023-2024

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-18
Tekniverkstova
Frásjón/dýpd
Endamál:
At kveikja og geva lærarum hugskot og amboð til undirvísingina og at styrkja um grundleggjandi førleikar at tekna frásjón/dýpd.
Innihald:
Arbeitt verður við frásjón og dýpd. Í myndlist sigur frásjónin nakað um frástøðu og relatión millum ymsu lutirnar. Frásjónin sigur eisini nakað um, hvar listafólkið og/ella áskoðarin eru í mun til lutirnar. Á skeiðinum verður arbeitt við miðfrásjón og ervafrásjón sum útgangsstøði. Hugt verður eisini eftir øðrum myndamálsligum frásjónum úr øðrum pørtum av heiminum, ikki bara vesturheiminum.
Skeiðssnið:
Verkstovan er samansett av framløgum, praktiskari tekning, uppgávum og hópin av frítekning.
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa í handverki og list og øðrum lærugreinum, har teknifatan er partur av undirvísingini.
Undirvísing/lærari:
Pernille Mejslov & Edith Mørkøre, myndlistafólk/Litbrigdi
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
28. sep. 2021 kl. 09.00-15.00
28. sep. 2021 kl. 09.00-15.00