Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 2122-59
Jarðfrøði og landslag í norðrara parti av Suðuroy
Fyrilestur og útferð
Endamál:
At læra um jarðfrøðiligu søguna og landslagið í Føroyum og vitja støð í Froðba, á Tvøroyri og í Hvalba, sum lýsa evnið.
Innihald:
Skeiðið byrjar við fyrilestri, sum lýsir føroysku jarðfrøðiligu søguna sum heild. Síðan heldur skeiðið fram við at vitja støð í Froðba, á Tvøroyri og í Hvalba, sum ítøkiliga siga frá tíðum við eldgosum og frumskógi og øðrum tíðum við háarktiskum veðurlagi og tjúkkum ísi.
Skeiðsleistur:
Fyrilestur, útferð og smáar uppgávur at loysa.
Málbólkur:
Lærarar, sum undirvísa í føroysku náttúruni í fólkaskúla og á miðnámi.
Fyrireiking:
Luttakarar skulu lesa tilfar, ið verður sent luttakarum áðrenn skeiðið. Havið heit og regntøtt klæði við eins og góðar skógvar/stivlar til útferðina.
Undirvísing:
Barbara á Biskopstø Hansen, jarðfrøðingur, og Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur á Jarðfeingi.
Stað/tíð: Tvøroyrar skúli, 21. apríl 2022.
kl 11:00 fyrilestur
kl 13:00 - 17:00 útferð við bussi
Tíðirnar verða lagdar tilrættis, so tað ber til at koma til Suðuroyar við Smyrli, luttaka á skeiðnum og fara norður aftur við Smyrli um kvøldið.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám
21. apr. 2022 kl. 11.00-17.00
21. apr. 2022 kl. 11.00-17.00