Nr. 2526-22
Endamál :
At geva samfelagsfrøðilærarum á miðnámi og øðrum áhugaðum ítøkilig amboð til at arbeiða við hagfrøðiligum háttalagi í Excel.
Innihald:
Í samfelagsfrøði A skulu næmingar duga kvantitativt háttalag umframt hagfrøðilig mát, m.a. linjurætta regressión og mát fyri signifikantum muni. Í hesum skeiðnum lærir tú at leita eftir hóskandi rátølum á netinum, skapa rátøl gjøgnum innsavning í Forms, at seta hesi upp á hóskandi hátt og at viðgera tey hagfrøðiliga við hagfrøðiamboðum í Excel. Farið verður ikki støddfrøðiliga í dýpdina við hagfrøðiligum hugtøkum, men beinleiðis til ítøkiligt arbeiði við tølunum og hvussu hetta kann brúkast í undirvísingarhøpi at loysa ítøkiligar trupulleikar innan samfelagsfrøðilig fakøki. Hóast hetta kunnu lærarar við øðrum lærugreinum eisini læra nógv av skeiðnum.
Arbeiðshættir:
Framløgur, venjingar, leiting eftir hagtølum og kjak. Neyðugt er at skeiðsluttakarar hava Excel-forrit á telduni, umframt atgongd til Teams of Office-pakkan á Office 365.
Málbólkur:
Lærarar í samfelagsfrøði á miðnámi, umframt onnur áhugað.
Førleikar:
Ávísir grundførleikar í rokniarki krevjast fyri at luttaka í skeiðnum.
Skeiðshaldari:
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og ritstjóri