












Endamál: At kunna lærarar um nýggja undirvísingartilfarið í samfelagsfrøði og geva íblástur til, hvussu bókin og talgilda tilfarið kunnu brúkast í undirvísingini.
Innihald: Nýggja samfelagsfrøðibókin til 8. flokk, Samfelagið - og vit, verður løgd fram. Síðani verða kunning og kjak um, hvussu bókin kann nýtast í undirvísingini. Arbeitt verður eisini við talgildum tilfari og næmingauppgávum, ið eru knýtt at bókini. Ein partur av skeiðnum verður eisini nýttur til at fara fakliga í dýpdina við ávísum samfelagsfrøðiligum evnum, ið bókin fevnir um.
Skeiðssnið: Fyrilestur, kjak, bólkaarbeiði og smærri venjingar.
Málbólkur: Lærarar, ið undirvísa í samfelagsfrøði í fólkaskúlanum.
Fyrireiking: Bókin Samfelagið og vit skal vera gjøgnumhugd. Lærarar, ið undirvísa í samfelagsfrøði í 8. flokki, fáa enn meiri burtur úr skeiðnum, um teir eisini hava roynt bókina eitt sindur áðrenn skeiðið.
Undirvísing: Sámal Matras Kristiansen, ritstjóri og samfelagsfrøðingur.
12. sep. 2018 - 13. sep. 2018 kl. 09.00-15.00