Nr. 2627-19
Endamál:
At víðka fakliga førleikan hjá lærarum í hádeild, so tey kunnu menna undirvísing, ið flytur næmingar frá uttanalæru til veruliga matematiska fatan.
Innihald:
Vit arbeiða við, hvussu vit kunnu broyta undirvísingina frá uttanalæru til veruliga fatan, so næmingar ikki bara læra reglur uttanat, men skilja, hví tað er so. Vit arbeiða ítøkiliga við m.a.: Pythagoras, Kvadratsetningunum, reduktión og ymsum arealformlum. Luttakarar sleppa at hugsa "út um kassan" og arbeiða við, hvussu ein kann undirvísa í einum støddfrøðiligum evni uttan at geva næmingunum regluna ella frymilin beinanvegin. Í staðin skulu næmingarnir, við egnum arbeiði og vegleiðing, fáa eina aha-uppliving og sjálvir koma fram til regluna.
Skeiðið er sera samvirkið og kanningargrundað. Vit arbeiða saman um at granska og loysa smærri støddfrøðilig øki, so lærarar fáa kensluna av, hvussu ein byggir upp fatan heldur enn uttanatlæru.
Málbólkur:
Skeiðið er serliga ætlað lærarum í hádeild, ið undirvísa í støddfrøði.
Undirvísing/lærari:
Sólrun Koivuneva, lærari og støddfrøðisvegleiðari