Skeið 2026-2027
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2627-39
Plantur til matna
Endamál:
At geva lærarum fakliga vitan og ítøkilig didaktisk amboð til at arbeiða við plantum til matna í undirvísingini, so næmingar kunnu læra um náttúru og burðardygd á ein tryggan, sansaligan og tvørfakligan hátt.

Innihald:
Eitt fakligt og praktiskt dagsskeið, har lærarar fáa íblástur og ítøkilig amboð til at arbeiða við plantum til matna í undirvísingini. Við støði í bókini Plantur til matna verður víst, hvussu plantukunnleiki og matgerð kunnu gerast til læring, sum er sansalig, tvørfaklig og knýtt at nærumhvørvinum ? við denti á tryggleika, etik og góðum arbeiðsháttum.

Arbeiðshættir:
Fyrilestur, orðaskifti, verkstovur

Málbólkur:
Lærarar og onnur við pedagogiskum undirvísingarførleikum

Skeiðshaldari:
Sigga Rasmussen

Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
21. okt. 2026 kl. 09.00-15.00