Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2425-37
Útgávuheildin Støddfrøði 9. fl.
Endamál:
At kunna um tilfarið í útgávuheildini Støddfrøði 9. fl.

Innihald:
Greitt verður frá innihaldinum í Støddfrøði 9; serliga tí, sum er nýtt og øðrvísi. Høvi verður at tosa um samsvar og ósamsvar við ávikavist (uppskotið til) nýggja námsætlan og galdandi námsætlan.
Vit fara at hyggja at, hvat tilfarið krevur av kunnleika til rokniark og til dynamiskt geometriforrit. 
Eisini verða nøkur dømi um praktiskt virksemi.

Skeiðssnið: 
Framløga og samrøður; royna okkurt virksemi.

Málbólkur: 
Støddfrøðilærarar í hádeild fólkaskúlans.

Fyrireiking: 
Fyrimunur, men ikki krav, at hava hugt í grundbøkurnar í Støddfrøði 9. fl.

Undirvísing/lærari: 
Elin Henriksen, lærari

Skúlaskeið:
Til ber eisini at fáa skeið í útgávuheildunum Rokning og Støddfrøði hildið úti á skúlunum við at venda sær til Nám.

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
17. mar. 2025 kl. 09.00-15.00