Nr. 2526-26
Endamál:
At geva lærarum á hádeild og miðnámi førleika at gera skjótar spurnakanningar við Forms og at arbeiða víðari við teimum í Excel. Við hesum kunnu lærarar vegleiða næmingum í kvantitativum kanningararbeiði.
Innihald:
Í samfelagsfrøði A skulu næmingar duga kvantitativt háttalag umframt at gera kanningar. Í hesum skeiði lærir tú at gera smáar spurnakanningar í Forms, savna inn tølini og leggja tey fram á ein skjótan men góðan hátt. Eisini lærir tú at taka tølini inn í Excel, soleiðis at tú kanst arbeiða víðari við teimum, m.a. gera stabbamyndir og talvur. Skeiðið gevur eisini eina stutta innleiðslu í grundprinsippini í Excel, so tær nýtist ikki at hava stórvegis forkunnleika til forritið.
Arbeiðshættir:
Framløgur, venjingar og leiting eftir hagtølum. Neyðugt er at skeiðsluttakarar hava atgongd til Teams og Office-pakkan á Office 365.
Málbólkur:
Lærarar í samfelagsfrøði og øðrum lærugreinum í hádeild og á miðnámi. Eingir forførleikar eru kravdir.
Skeiðshaldari:
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og ritstjóri