Skeið 2026-2027
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2627-28
Á ferð gjøgnum páskahátíðina
Endamál:
At geva luttakarunum eina greiða fatan av páskunum sum kristna hátíð og vísa, hvussu evnið kann brúkast í undirvísingini - bæði fakliga og kreativt.

Innihald:
Vit fáa eitt innlit í páskirnar, teirra uppruna, siðir og symbol. Dentur verður lagdur á páskasiðir í okkara parti av heiminum og í Eysturevropa. 
Luttakararnir fáa ítøkilig hugskot til, hvussu arbeiðið við páskum kann skipast í 5.-7. flokki, m.a. gjøgnum skapandi tilgongdir og tvørfakligt arbeiði, sum gera páskirnar livandi og viðkomandi.

Skeiðsháttur:
Skeiðið vekslar millum fakliga framløgu, samtalur og verkstaðararbeiði.

Málbólkur: 
Lærarar, sum undirvísa í kristni mið- og hádeild.

Undirvísari: 
Oddur á Lakjuni, lektari í kristnikunnleika og átrúnaði á Námsvísindadeildini.

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
09. feb. 2027 kl. 09.00-15.00