Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-41
Tá kt ger mun
kt sum námsfrøðiligt amboð í undirvísingarstarvinum
Endamál:
- At fáa íblástur til, hvussu ein kann nýta kt sum virkið og lærandi/didaktiskt amboð at skapa fjølbroytni í frálæruyrkinum. 

Innihald:  
Ein áhugaverdur og afturvendandi spurningur í skúlahøpi er: hví vit skulu nýta kt í frálærustarvinum? Tískil er tað týdningarmikið, at lærarar gera sær nakrar hugsanir um júst hví og hvussu tøknin kann skapa eina mennandi læring. Hvussu kunnu vit sum undirvísarar skapa eitt kveikjandi og spennandi læringsumhvørvi, tá ið vit nýta kt, og hvørjir menningarmøguleikar kann júst tøknin rúma? Á skeiðsdegnum verða hesi evnini m.a. umrøtt, og ljós verður varpað á ástøði innan kt og ítøkiligar undirvísingarroyndir. Dentur verður serliga lagdur á trý øki: 
  • Tøknin sum virkið amboð í tímanum.
  • Tøknin sum praktiskt/hent amboð í undirvísingarstarvinum.
  • Tøknin sum tól at skapa fjølbroytta undirvísing og innlatingar.
Harumframt fara vit eisini at arbeiða virkið við kt, har luttakarar sleppa at royna seg við ymsum amboðum. 

Skeiðssnið: Fyrilestur, bólkaarbeiði og framløgur.

Málbólkur: Lærarar í hádeild fólkaskúlans og á miðnámi.

Undirvísing: Christina Jensen, miðnámsskúlalærari.

Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
18. jan. 2023 kl. 09.00-15.00