Nr. 2627-42
Endamál: Endamálið er at vísa, hvussu brøvini, sum endaðu í London í 1807, kunnu brúkast í søguundirvísingini ? serliga um tíðina frá uml. 1790 til 1856.
Innihald:
- Við støði í brøvunum verður greitt frá tíðarskeiðnum 1790-1856 í føroyskari, danskari og evropeiskari søgu.
- Greitt verður frá, hvussu Einahandilin virkaði og ávirkaði føroyska samfelagið, og royndirnar at avtaka handilin verða viðgjørdar.
- Hugt verður at, hvør sendi brøv, og hvat tað kann siga okkum um samfelagið og ymiskar samfelagsbólkar, serliga eina spírandi borgarastætt.
- Hugleitt verður um, hvat brøvini saman við øðrum tilfari kunnu siga um menningina av føroyska samfelagnum, beint áðrenn kríggj brast á í 1807.
- Hugleitt verður um, hvussu brádliga kríggj fullkomiliga kunnu føra søguna á eina aðra kós ? bæði í 1807 og í 2027.
- Arbeitt verður við at gera hugskot til eina undirvísingargongd til miðnámsskúlan við støði í nøkrum av hesum hugskotunum evnunum.
Skeiðshættir
Framløga, kjak og verkstovur
Málbólkur:
Miðnámsskúlalærarar í søgu
Fyrireiking
Kunnað verður um tilfar, tá ið skeiðið nærkast
Skeiðshaldari:
Erling Isholm, Ph.d. og lektari í søgu