Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2425-33
PAS Light
- rúsfyribyrging
Endamál:
At veita førleikar og tilfar til at betra um rúsdrekkamentanina millum næmingarnar.

Innihald:
Á skeiðinum verður arbeitt hesum evnum:
  • Normar og virðir í felagsskapinum
  • Norm-og-virðis-spælið
  • Hvørjar avleiðingar hevur rúsdrekka fyri felagsskapin?
  • Støðutakan innan tvístøður, tengdar at rúsdrekka

Um PAS-light
PAS-light er eitt undirvísingarátak á 90 min., ætlað næmingum á miðnámi, við fokus á betri alkoholmentan. PAS-light-tilfarið fevnir um eina PowerPoint-framløgu, tveir teknifilmar og eitt samvirkið spæl. Í undirvísingini taka næmingarnir støðu til hvørjir normar og virðir, ið eru týdningarmikil fyri tey í einum felagsskapi. Harumframt viðgera næmingarnir, hvussu tey kunnu hava ein veitslumentan uttan drekkitrýst, og hvussu tey saman við øðrum best fyribyrgja negativum avleiðingum av alkoholnýtslu. PAS-undirvísingartilfarið verður viðmælt av Sundhedsstyrelsen. 

Skeiðsnið:
Framløga, venjingar, orðaskifti og samstarv.

Málbókur: 
Lærarar, undirvísarar og lestravegleiðarar á miðnámi. Skeiðið leggur upp til, at tilfarið verður roynt á einstøku skúlunum stutt eftir skeiðið. 

Fyrireiking: 
Luttakarin kann við fyrimuni lesa meira á www.projektpas.dk og hyggja eftir ókeypis undirvísingartilfari. Hettar er tó ikki nøkur treyt.

Undirvísarar:
Søren Holm, Ph.d. i Fólkaheilsuvísindi og mennari av PAS-tilfarinum. 

Mál:
Undirvíst verður á donskum máli. 

Skeiðið er skipað í samstarvi við SSP.
Lektiónir: 4
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
03. feb. 2025 kl. 10.00-14.00