Skeið 2022-2023

Bert fyri fólkaskúlan

Bert fyri miðnám

Bæði fyri fólkaskúla og miðnám

Eisini farin skeið

Námsvísindalig háttaløg

Handaligar og verkligar lærugreinar

Hugvísindi

Lærugreina- og yrkisbólkadagar

Náttúruvísindi

Onnur skeið og tiltøk

Skúlaskeið

Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.

Nr. 1819-114
Nógv meira enn bara gentur og dreingir
- at skilja og arbeiða við kyn í skúlahøpi
Endamál: Endamálið er at geva luttakarunum amboð til at arbeiða tilvitað við og rundan um kyn í umhvørvinum og læringini hjá børnum og ungum. Hvørjum normum og hvørjum kørmum liva tey eftir og undir? Endamálið er m.a. at lýsa hesi mynstur, at vísa á ítøkilig dømi og at fáa amboð til at loysa møguligar forðingar, tá ið mynstrini verða avdúkað, lýst og gjørd sjónlig.
Innihald: Skeiðið fevnir um tríggjar grundsúlur, vitan, eygleiðing og ætlan.
- Vitan: Innleiðsla. Kyn og samleiki, hvussu skilja vit kyn?
- Eygleiðing: Egin dømi, verkstovur og granskan.
- Ætlan: Amboð, venjingar og uppgávur at taka við.
Í tíðarskeiðnum millum skeiðsdagarnar fara luttakararnir at royna ymisku amboðini í egnum skúla.
Skeiðssnið: Upplegg, samrøður og kjak ? m.a. við dømum úr gerandisdegnum.
Málbólkur: Lærarar og námsfrøðingar í fólkaskúlanum.
Førleikakrøv: Opinleiki og áhugi.
Undirvísing: Lív Patursson, Master in Gender Studies frá Lunds Universitet (kynssosiologur).
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
14. mar. 2019 kl. 09.00-15.00
14. mar. 2019 kl. 09.00-15.00
16. mai 2019 kl. 09.00-15.00