Skeið 2025-2026
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2526-55
Lærugreinadagur í donskum í hádeild
Endamál:
Fakligur og didaktiskur íblástur til undirvísingina í donskum í hádeild.

Innihald:
Kunning og orðaskifti um ymiskt lærugreinini viðvíkjandi, so sum tilfar, námsætlan og próvtøkur.

Auður Hauksdóttir, sum er professari emerita í donskum við Háskóla Íslands, verður við á lærugreinadegnum í donskum. Hon fer at greiða frá talgilda amboðnum EGO (Min Egen Ordbank).
Min Egen Ordbank er eitt læringaramboð ætlað íslendskum, føroyskum og grønlendskum næmingum, sum læra seg danskt. Í menningini av EGO varð dentur lagdur á at finna talgildar loysnir, sum kunnu gera tað lættari hjá næmingum at økja um sítt orðfeingi á donskum yvir longri tíðarskeið. Alt orðatilfarið í EGO er úr donsku rættskrivingarorðabókini. Til ber at lesa meira her: ego.hi.is

Nærri skrá fyri allan dagin kemur seinni.

Skeiðsslag:
Framløga, kjak og verkstovur

Málbólkur:
Lærarar í donskum, framhaldsdeild

Samskiparar: 
Emmy S. Joensen og Dorthe Pedersen, Nám


Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
22. jan. 2026 kl. 09.00-15.00