Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-87
Lesi- og skrivitøkni (LST) í hugvísindi og mállærugreinum (kl. 13-16)
Endamál:  
Við støði í hugvísindini og mállærugreinum, har nógv ofta skal lesast og skrivast, verður hugt at, hvussu IntoWords kann hjálpa næmingum við skerdum lesi- og skriviførleika.

Luttakararnir fáa innlit í og verða kunnaðir um høvuðsmøguleikarnir í IntoWords, so luttakararnir kunnu vegleiða næmingum í nýta LST-funkur- og mannagongdir skynsamt. Harumframt er skeiðið ein innleiðing til tað nýggja IntoWords og tær funkur, sum forritið hevur.   


Innihald:  
  • Avbjóðingar hjá orðblindum í hugvísindum og við at læra eitt fremmandamál
  • Fonologi og multisensorisk tilgongd
  • Mannagongdir til stavi- og skrivihjálp
  • Mannagongdir til lesing og fatan
  • Stutt um IntoWords á snildfon
  • Stillasering av skrivligum uppgávum við skrivligum vegleiðingum
Skeiðssnið: 
Fyrilestur og arbeiði við egnari teldu.

Málbólkur: 
Lærarar, undirvísarar, námsfrøðingar, serskúlalærara.

Fyrireiking: 
Neyðugt er at hava teldu við til skeiðið. Annars eingin fyrireiking. 

Undirvísing/lærari: 
Bjarne Isager ella Dorte Brandborg (Vitec).

Lektiónir: 3
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
02. feb. 2023 kl. 13.00-16.00