Endamál:
At læra at arbeiða við "Escape Room" í undirvísingini.
Innihald:
Undirvíst verður í trimum sløgum av "Escape Room": tí talgilda, tí fysiska og tí bæði talgilda og fysiska. Komið verður inn á ástøði um, hví "Escape Room" riggar væl í undirvísingini, og víst verður á dømi frá undirvísingini, sum hóska væl til "Escape Room". Luttakararnir sleppa at royna øll trý sløgini og at gera sítt egna "Escape Room", sum er tillagað egnari undirvísing.
Skeiðssnið:
Upplegg um ástøði, bólkaarbeiði og at royna hugskot í verki.
Málbólkur:
Støddfrøðilærarar í miðdeild og hádeild.
Undirvísing:
Sólrun Koivuneva, lærari og støddfrøðisvegleiðari.
Tilfar hjá luttakarum at hava við:
Teldu við GeoGebra, WordMat ella Excel, Google Analyse og Notesbog.