Skeið 2026-2027
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Nr. 2627-25
Audacity í undirvísingini
? arbeið við hoyrspæli og ljóðmyndum
Endamál:
Endamálið við skeiðnum er at geva lærarum grundleggjandi kunnleika til forritið Audacity, soleiðis at tey kunnu arbeiða skapandi við ljóði í undirvísingini. Luttakararnir læra at framleiða hoyrispøl, ljóðmyndir og annað ljóðtilfar, sum kann styrkja næmingarnar í málsliga og skapandi arbeiði.

Innihald:
Á skeiðnum verður arbeitt bæði við teori og praksis, og dentur verður lagdur á at royna arbeiðshættirnar í verki.
Vit arbeiða við:
  • Innleiðslu til Audacity (uppseting, bygnaður og grundleggjandi funktiónir)
  • Upptøka av ljóði (rødd, umhvørvisljóð o.a.)
  • Eftirviðgerð av ljóði (klipping, styrki, effektir, samanseting av sporum)
  • At skapa ljóðmyndir til frásagnir og tekstir
  • Framleiðsla av einføldum hoyrispæli í bólkum
  • Hugskot til, hvussu ljóðarbeiði kann integrerast í ymiskar lærugreinar
Luttakararnir arbeiða virkið við egnum verkætlanum og fáa amboð, sum teir kunnu taka beinleiðis við sær inn í egna undirvísing.

Málbólkur:
Lærarar í fólkaskúlanum

Undirvísari:
Heini Nygaard, lærarai og ráðgevi.

Fyrireiking:
Lærarar mugu hava teldu og smátalarar við. Best um Audacity er innlagt áðrenn
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
09. nov. 2026 kl. 09.00-15.00