Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 2223-39
Lesistykki í støddfrøði
- Hvussu menna vit førleikarnar at tulka og loysa lesistykki?
Endamál:
At geva lærarum íblástur til at fáa næmingarnar meira tilvitaðar um, hvussu vit lesa, tulka og rokna lesistykki.

Innihald: 
Luttakararnir fáa íblástur til at arbeiða við lesistykkjum á ymsum floksstigum. Dentur verður lagdur á munin á gerandismáli og støddfrøðiorðum. Arbeitt verður við, hvussu vit hjálpa næmingunum at gjøgnumskoða, hvat spurt verður um, og hvussu tey skulu fara í gongd við uppgávuna. Hugt verður at ymsum rokniháttum, og hvussu vit hjálpa næmingunum at skilja ímillum teir. Á skeiðnum skulu luttakararnir m.a. gera plakatir, arbeiða við kreativum mátum at lesa lesistykki og arbeiða við roknisøgum.

Skeiðssnið: 
Framløgur, bólkaarbeiði og at royna hugskotini í verki.

Málbólkur: 
Støddfrøðilærarar í fólkaskúlanum.

Undirvísing/lærari: 
Sólrun Koivuneva, lærari og støddfrøðisvegleiðari.

Tilfar hjá luttakarum at hava við: Teldu við GeoGebra, WordMat ella Excel.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
15. feb. 2023 - 16. feb. 2023 kl. 09.00-15.00